Einaferð vildu øll verða ingenørar og nú vilja øll hava eitt leiðslustarv. Einki er galið við at verða ambitiøsur, men vansin, er um hetta er meira ein trend enn tann reeli viljin !! Um hetta er ein trend og bara snýr seg um at kunna polerað, vísa á eitt vakurt cv og skapa alsamt fleiri møguleikar á arbeiðisiplássinum, so er tað ein falliterklæring og eitt skrið í eina skeiva og vandamikla leið.
Fremad, march ! Ný útklaknir studentar, sum gera seg klárar til at, átakað sær ansvari fyri, at samfelagið eisini framyvir riggar sum ein dynamisk pumpa, har øll eru vælkomin og eingin verður skolaður út ella sorteraður frá. Øll menniskju hava eitt líka stórt virði og tað er brúk fyri øllum hondum, ja tú hoyrdi rætt, øllum hondum.
Allir akademiskir tankar og tann illsinnað herferðin um, at fáa sær eina útbúgvin og síðani verða við til at skapa nýhugsan, vøkstur, umjusteringar í tí almenna reglugerð-apparatinum og verða við til at skapa eina mentan, sum eisini er í broyting og sum fólk kunnu avspegla seg í og føla seg sum ein partur av.
Tað sum eingin akademikari lærir á nøkrum universiteti, proffessionsháskúla, seminarium ella øðrum stovni, er, hvussu mann far tillegna sær dirvi, skapar sín persónliga karakter, torir at stilla eg upp, gera seg sjónligan og representera minoritetin ella bara seg sjálvan, og merkja mótstøðuna, tapa nakra ferð ella fleiri ferð, men altíð reisa seg aftur.
Fyri ordans skuld, vil eg siga, at eg einki sum helst havi ímóti akademikarum. Eg arbeiði júst nú sum námsfrøðingur í socialpsykiatriðini og eg taki eina diplomútbúgving á Metropol Professionsháskúlanum við síðuna av mínum arbeiði.
Tað er sjálvsagt einki sum helst galið við, at ung og eldri fólk fáa sær eina akademiska útbúgving ella eftirútbúgving. Tað er bara ein skeivur og óheppin boðskapur at senda ferð eftur ferð, at skalt tú blíva til nakað her í lívinum, so mást tú fáa tær eina akademiska útbúgving.
Lat okkum øll blíva til akademikarar og klorast um leiðslustørv, konsulentstørv og cand. størv. Tað fyriliggja ikki mær kunnugt nakrar kanningar sum vísa á, hvussu nógv fólk við einari akademiskari útbúgving og við efturútbúgving eru egnaði og hava teir persónligu førleikarnar, til at røkja arbeidisuppgávurnar nøktandi. Sjálvsagt hava tey flestu, sum umsita tildømis eitt leiðslustarv ein fagligan kunnleika og royndir innan økið, men hendan kunnleikan kunnu øll lesa seg fram til, bara við at leita sær inn á bókasavnið. Royndirnar far tú ágóðan av, sum tíðin frálíður og her er ofta nemt at skilja ímillum tey dugnaligu, sum hava tikið við læru av teirra royndum og hini, sum ikki ganga á kompromis við teirra arbeidishátt og gera broytingar, sum eru neyðugar.
Tey flestu fólkini, sum starvast á gólvinum vita væl, at teirra arbeiði verður kannað gjølla og at tey konstant eru undir einari óbevíðstari evaluering. Tað liggja á øllum arbeiðisplássum, klárar linjur fyri, nær tú kanst vanta at verða kallaður inn til umsorgan-samtalu, fráverðu samtalu og eina samtalu, har tú far at vita, at tú mást røkja títt starv betri. Hvussu ofta verða somu leiðarir tildømis innan tey almennu økjini innkallaði til samtalu, tí tey ikki røkja starvið á ein nøktandi hátt og hvør situr til borðs til samtalurnar.
Vegurin, sum letur alla tínar dýr upp og gevur tær ein stóran vita innan eitt ávíst ella fleiri økið, eitt óavmarkað frælsi og ikki minst og fyri tey flestu, eina fíggjarliga trygd vid einum deiligum yvirskoti um mánaðan beint niður í sparigrísin.
Um hugurin ikki drívir verkið, men peningurin, so fáa vit eitt samfelag, har tað hjá fólkinum ræður um at fjæla seg aftanfyri ein penan titul og fyri alt í verðini fáa ágóðan av flatskattinum.
Tað er einki galið við at byggja ein stóran lestrardepil úti á marknagilsvegnum. Tað er so sanniliga nakað heilt galið, við at pointera, at hetta ikki bara hevur alstóran týdning, men allan týdning, fyri at okkara unga ættarlið, kunnu gera seg klár til at fáa sær eina hægri útbúgving. Tey ungu fáa innprenta, at eitt pænt starv, í tí vaksna lívinum, vid einum eksotiskum tituli, har tey bara skulu fylgja reglugerðini kombinera við eina góða løn er vegurin fram til lukku og nøgdsemi.
Peningurin og prestigan dríva verkið og her hava okkara unga ættarlið tíverri eitt ótal av fyrimyndum at velja ímillum, bæði innan tad almenna verki og tann privata marknaðin.
Revolutionerandi hugsunarháttir vid visionærum fólkum, sum tora og vilja ganga nýggja vegir, fáa trong kor, tí tað fer og ræður um at gardera seg í einum starvi – hesa tesuna vil eingin akademikari kennast við, men heldur eingin torir at stilla seg fram og viðurkenna tað ella vísa á tað aftur í tí dagliga arbeiðnum.
Sannleikin er tann og tað tori eg at siga, uttan at hava nakrar kanningar liggjandi, sum undirbyggja mín påstand, at 4 út av 10 leidarum innan tað almmena økið gera eitt frálíkt arbeiði. 3 út av 10 leiðarum eru ómøguligir at meta um við fyrsta eygnakast, tí tey fygja bara ásettum reglugerdum(regelryttere). 3 út av 10 leiðarum egna seg ikki til at røkja eitt leiðslustarv. Leyslig tøl, hørð orð, men eg tori at standa við tey. Hvat ein evaluerings-kanning vildi víst, kundi verða spennandi at sæð og um ein slík kanning, bara bleiv lagt aftur í skuffuna, tí vit skulu jú upprætthalda og styðja um illusiónina um, at bara tú hevur ein penan titul og far flatskatt, so nýtist tær ikki góði akademikari at goyggja og grenja sum ein annar puddelhundur, tí vegurin hjá tær er opin.