Ajax vann trygt í stórdysti

Ajax vann heili 5-1, tá ið liðið var gestur hjá PSV Eindhoven í toppdysti í hollendsku kappingini sunnudagin. Ajax var á odda 2-0 í hálvleikinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði innskifti Patrick Kluivert fyri PSV, men so skoraði Ajax tvey skjót mál og tryggjaði sær sigurin. Stutt fleiri leiklok gjørdi danski Kenneth Perez tað til 5-1. Ajax liggur næstfremst, meðan PSV framvegis er á odda – nú við fimm stigum fleiri enn Ajax.