Ajax vann stórt í stórdysti

Ajax vann greiðan sigur í stóra dystinum í hollendskum fótbólti um vikuskiftið. Ajax spældi ímóti PSV, og úrslitið gjørdist 4-1 til Ajax. Ajax legði seg fram um í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki javnaði PSV. Tá Ajax síðani skoraði til 2-1, fór gassið úr ballónini, og Ajax vann at enda tryggan sigur. Ajax liggur ovast í hollendsku kappingini saman við Breda.