Ajax vann sætta dystin á rað

Føroyingaliðið er næstfremst

Elsa Egholm, Vár og Lív Zachariasen og liðfelagar teirra í Ajax vunnu í kvøld sætta dystin á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Ajax vann á útivølli greiðan 32-21 sigur á Rødovre. Í steðginum var Ajax á odda 15-8.

 

Ajax er næstfremst í deildini við 24 stigum. Tær eru átta stig aftanfyri oddaliðið, Holstebro sum hevur 32 stig.

 

Leygardagin 21. februar klokkan 13 tekur Ajax ímóti Holstebro í Bavnehøj høllini í Keypmannahavn.