Ajax Keypmannahavn tók ímóti Århus GF á heimavølli í Bavnehøjhøllini í Keypmannahavn í kvøld. Ùrslitið gjørdist ein stórsigur uppá 33-22 til útiliðið úr Århus. Longu tá 20 minuttir vóru farnir, stóð illa til hjá Ajax, tá førdi Århus GF við heili 11 málum. Og frá støðuni 18-7 bleiv munurin verandi á 11 málum. Ajax hevur framvegis bert 4 stig í CBB liguni, og málsetningurin er at yvirliva í bestu donsku hondbóltsdeildini. Heini Hanusarson kom ikki á máltalvuna í kvøld.