Ajax tapti fyri toppliði á heimavølli

Ajax var omaná móti Odense í fyrra hálvleiki

Súna K. Hansen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í Ajax tóku í kvøld móti toppliðnum, Odense á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Odense vann dystin 27-25.

 

Í fyrra hálvleiki var Ajax omaná. Í steðginum var Ajax á odda 12-10. Frá tí Odense kom á odda 15-14 var útiliðið á odda restina av dystinum.

 

Súna og Lív skutu eitt mál hvør fyri Ajax. Súna vann liðnum tvey brotskøst.

 

Ajax er nummar níggju í deildini við sjey stigum.

 

Komandi dystur hjá Ajax verður á útivølli móti Sønderjyske 6. januar.