Ajax tapti botnuppgerðina

Ajax Keypmannahavn við Heina Hanusarsyni á liðnum tapti tann sera, sera týdningarmikla botndystin ímóti TMS Ringsted. Dysturin í Ringsted endaði við 28-25 sigri til heimaliðið. Ringsted førdi 17-12 í steðginum. Ringsted byrjaði best, men tað eydnaðist Ajax at koma uppá 7-7, men so slakaði Ajax, og Ringsted kundi leggja seg á odda við 5 málum í steðginum. TMS Ringsted megnaði at halda, og Ajax megnaði bert at hála inn við 2 málum í 2. hálvleiki. TMS Ringsted er nú næstaftast í deildini við 6 stigum, meðan Ajax er aftast við 5 stigum.

 

Heini Hanusarson gjørdist kortini toppskjútti hjá Ajax við 5 málum. Tað einasta Hanus og liðfelagarnir kunnu ugga seg við er, at Ajax vann á TMS Ringsted við 4 málum á heimavølli, og teir taptu við 3 málum Í Ringsted. Eru liðini jøvn í stigum, tá allar dystirnir eru spældir í CBB liguni, so flytur TMS Ringsted niður í 1. deild, tí tá er Ajax betri í innanhýsis uppgerðunum.