Føroyingaliðið í bestu donsku hondbóltsdeildini, Ajax tók í kvøld móti Horsens á heimavølli í dysti í niðurflytingarbólkinum.
Tað endaði við 28-24 sigri til Horsens, ið var á odda 15-12 í steðginum.
Súna Krossteig Hansen skoraði trý mál, legði upp til tvey mál og vann Ajax tvey brotskøst. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen skoraði trý mál, og vann liðnum eitt brotskast.
Í málinum bjargaði Rakul Wardum fimm av 16 málroyndum hjá Horsens. Hin málverjin hjá Ajax, Sarah Lønborg bjargaði fimm av 19 royndum, so Rakul stóð seg best av teimum í kvøld.
Ajax er aftast í niðurflytingarbólkinum við bert einum stigi. Men tær kunnu framvegis røkka næstaftasta plássinum. Beint frammanfyri Ajax er Skanderborg við tveimum stigum.
Sunnudagin møtast liðini í Skanderborg í tí seinasta bólkadystinum. Og tá má Ajax vinna fyri at sleppa undan at enda á aftasta plássinum.