Ajax-spælarar leiddu mammurnar inn á vøllin

Hollendska felagið heiðraði mammurnar hjá spælarunum

Á mammudegnum í gjár heiðraðu spælararnir á fótbóltsliðnum hjá Ajax í Amsterdam mammu sínar.

Spælararnir á liðnum, sum plaga at leiða børn inn á vøllin áðrenn dyst, høvdu í gjár mammu sína við til dystin .

Omanfyri ber til at síggja video av hendingini, sum er farin um allan heim.