Tað var tætt og dramatiskt, men hesa ferð endaði tað ikki soleiðis, sum tað oftast plagar at gera, tá ið Barcelona er annar parturin. Í kvøld vóru sponsku favorittarnir á vitjan í Amsterdam, har tað eydnaðist Ajax at vinna 2-1.
Eftir 1. hálvleik var 2-0, men beinanvegin eftir steðgin versnaðu fyritreytirnar hjá heimaliðnum munandi. Joel Veltman varð rikin av vølli fyri at nýta neyðbremsuna ímóti Neymar, og tá ið Xavi umsetti brotssparkið til mál, v arð trýstið á heimaliðið stórt.
Barcelona hevði bóltin mesta partin av tíðini, men saknurin í Messi kendist vera stórur, og Ajax megnaði at halda tørn.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Milan á útivølli í Glasgow ímóti Celtic 3-0.
Úrslitini bera við sær, at Barcelona er topplið, meðan Milan er eitt stig frammanfyri Ajax í kappingini um næstfremsta plássið. Tá ið Milan fær vitjan av Ajax, verður tað avgjørt, hvat av hesum liðunum skal halda fram í kappingini.