Ajax og Heini taptu aftur

Mikukvøldið varð Ajax Keypmannahavn, sum hevur Heina Hanusarson á liðnum, á Vestur-Jútlandi, og spældi ímóti Mors/Thy Håndbold. Dysturin, sum varð spældur á Morsø Sparekasse Arena endaði 27-24 til heimaliðið. Hálvleiksstøðan varð 14-11 til Mors/Thy. Persónliga gekk betri hjá Heina Hanusarsyni hesaferð. Heini skoraði trý mál ´dystinum. Ì fyrsta dystinum ímóti Fredericia fekk Heini bert eitt mál. Ajax hevur framvegis einki stig í bestu donsku hondbóltsdeildini. Komandi dysturin hjá Ajax verður á heimavølli í Bavnehøj-høllini, og verður hann ímóti AaB Håndbold úr Aalborg.