Ajax lovar venjaranum avstað

Síðstu vikuna hevur slaturin gingið um, at venjarin hjá Ajax Amsterdam, Henk ten Cate, skal vera ávegis til Chelsea.

Ten Cate hevur sjálvur víst slatrinum aftur, men nú er allíkavæl líkt til, at okkurt er um prátið. Ajax og Chelsea hava verið í samráðingum um venjaran, og Ajax lovar nú væl dámda venjaranum at fara úr felagnum. Sum skilst eru nú bert tey persónligu krøvini hjá ten Cate eftir at samráðast um, og væntadi fer Henk ten Cate ein av komandi døgunum at seta undirskriftuna á ein trý ára sáttmála við enska stórfelagið.