Ajax hevur gúppað Real út

Champions League: Real Madrid er ikki tað sama uttan Cristiano Ronaldo

Real Madrid, sum hevur vunnið fýra av teimum seinastu fimm Champions League meistaraheitunum, er úti av kappingini. Púra óvæntað tapti Real Madrid heili 4-1 á heimavølli móti Ajax, eftir at hava vunnið fyrra dystin á utivølli 2-1.

 

Ajax, sum seinast vann Champions League í 1995, spældi sum í gomlum døgum. Hakim Ziyech og David Neres løgdu gestirnar á odda í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki økti Dusan Tadic við vøkrum skoti, men tað gekk leingi áðrenn málið bleiv viðurkent. Dómarin brúkti fleiri minuttir fyri at staðfesta, um bólturin hevði verið uttanfyri síðulinjuna í uppspælinum.

 

Real Madrid fekk eina vón, tá innskifti Marco Asensio sendi bóltin í stongina og inn. Men Ajax svaraði aftur bara tveir minuttir seinni, tá danski miðvallarin, Lasse Schöne, sendi fríspark beinleiðis í mál.

 

Tað hoyrir við til søguna, at Real Madrid mátti skifta bæði Lucas Vazques og Vinicius Junior út í fyrra hálvleiki vegna skaðar. Hartil hevði Real Madrid onkrar stórar møguleikar at skora, men eftir at hava tapt tvær ferðir á heimavølli móti Barcelona í farnu viku, so er sjálvsálitið at síggja til í botn.

 

Í hinari 1/8 finaluni í kvøld vann Tottenham 1-0 móti Borussia Dortmund, eftir at hava vunnið heimadystin 3-0. Málskútti var – sum so oftani fyrr – Harry Kane. Sostatt eru Tottenham og Ajax víðari til fjórðingsfinalurnar.

 

Champions League 1/8:

Real Madrid – Ajax 1-4 (0-2)

0-1 Hakim Ziyech, 7

0-2 David Neres, 18

0-3 Dusan Tadic, 62

1-3 Marco Asensio, 70

1-4 Lasse Schöne, 72

Ajax vinnur samanlagt 5-3

 

Borussia Dortmund – Tottenham 0-1 (0-0)

0-1 Harry Kane, 49

Tottenham vinnur samanlagt 4-0