Anthony Joshua er nýggi boksikongurin í tungvekt. Í nátt vardi hann síni trý belti, tá hann vann á Carlos Takam í gjár. Dysturin e eitt sindur umstríddur, tí upprunaliga skuldi Carlos Takam ikki verða partur av dystinum, og hartil steðgaði dómarin dystinum dekan ov tíðliga.
28 ára gamli Anthony Joshua, sum hevur vunnið allar sínar 20 dystir við Knock-Out, skuldi upprunaliga boksast móti Kubrat Pulev, men hann mátti melda avboð vegna skaða í økslini bara fáar vikur undan stóra boksidystinum í Cardiff. Tí vóru boð eftir 36 ára gamla Carlos Takam, sum er føddur í Kamerun.
Anthony Joshua var risa favorittur undan dystinum í gjár, men dómarin steðgaði ikki dystinum fyrr enn í 10. umfari av 12. Tá metti dómarin, at Carlos Takam, sum hevði eitt stórt sár yvir øðrum eyganum, ikki megnaði at verja seg meir.
Hesum var Carlos Takam ósamdur í, og tað hoyrdist eisini millum áskoðararnar, sum vildu síggja meir. Við sigrinum hevur Anthony Joshua var IBF, WBA (Super) og IBO beltið.