Airplane! er stuttligast

Bretska blaðið Telegraph skrivar um eina kanning av, hvør filmur er tann stuttligasti nakrantíð.

Sambært kanningin er filmurin Airplane! (Højt at flyve á donskum) stuttligasti filmurin. Í hølunum á honum er The Hangover. Á topp 10 listanum eru eisini filmar sum Borat, American Pie og Life of Brian.