Airbussurin aftur í rutu

Í dag er Airbus-flogfarið hjá Atlantsflogi aftur farið í rutu, og tí ber aftur til at hava somu fráferðir og komur, sum undan skaðanum.

Tað var hóskvøldið 6. desember, at Airbus-flogfarið fekk ein skaða í Kastrup, og tað gjørdist greitt, at tað ikki kundi vera við í flúgvingini undan jólum.

Av tí sama mátti Atlantsflog leggja eina bráðfeingis ferðaætlan við British Aerospace-flogførunum, ið taka munandi færri ferðafólk og minni farm enn størra Airbus-flogfarið.

Settar vóru inn ellivu fráferðir fleiri, enn upprunaliga ætlað, og upp á tann mátan eydnaðist at fáa allar jólagestirnar heim til Føroya í øllum góðum.