Fyritøkurnar Airbus og Boeing, sum framleiða flogfør, hava í felag heitt á amerikanska forsetan um at útseta ætlaðu útbyggingina av 5G netinum í USA.
Tað skrivar CNN.
USA ætlar sær undir at útbyggja og menna 5G netið tann 5. januar, og aðrastaðni í heiminum er gongd komið á arbeiðið. Eisini her í Føroyum er 5G á veg. 5G netið skal gera farnetið skjótari og betri.
Nú hava Airbus og Boeing sent skriv til amerikansku stjórnina um 5G netið. Brævið er sent til ferðslumálaráðharran Pete Buttigieg, sum verður biðin um at fara til forsetan Joe Biden við málinum. Brævið er undirskrivað av David Calhoun, sum er samtaksstjóri í Boeing, og Jeffrey Knittel, sum er stjóri í Airbus Americas, skrivar CNN.
Framleiðararnir av flogførum siga seg stúra fyri, at 5G netið kann hava neiliga ávirkan á flogtrygdina. Ítøkiliga verður víst á, at 5G kann ávirka hæddarmátaran í flogførunum, og hetta kann serliga henda kring flogvøllirnar. Tí rokna Airbus og Boeing við, at hundrað túsund flogferðir á hvørjum ári verða ávirkaðar av hesum viðurskiftum, tí flogfør verða seinkað ella mugu velja aðra floghavn enn tað upprunaligu, tá ið sýnið er vánaligt.
Airbus og Boeing mæla tí til, at tiltøk verður sett í verk fyri at minka um 5G strálingina við amerikanskar flogvøllir. Fyritøkurnar heita á amerikansku stjórnina um at arbeiða saman við loftferðslumyndugleikunum um hetta.
Amerikanski flogferðslumyndugleikin FAA heldur eisini, at 5G kann fáa ávirkan á flogferðsluna. Tí hevur FAA gjørt eina reglugerð um, hvørji tól umborð á flogførunum kunnu brúkast, tá ið flogførini flúgva lágt og skulu seta seg. Hetta hevur ávirkan á, hvussu flogførini verða før fyri at lenda, tá ið sýnið er vánaligt.