Seinnapartin lendi nýggja flogfarið hjá Atlantsflog í øllum góðum á flogvøllinum, har hátíðarhald er.
Í morgun fekk Atlantsflog handað nýggja Airbus flogfarið á samkomu í Hamburg. Umleið 100 føroysk umboð við løgmanni, landsstýrismanni í vinnumáli, og stjóranum í Atlantsflogi á odda vóru til móttøkuna.
Í dag varð so flogið heim til Føroya, og um fýratíðina seinnapartin lendi Airbus flogfarið í Vágum, har móttøka var fyri nýggja flogfarinum.
- Í dag kenni eg tað sum, at eg eri við til eina týðandi hending ikki einans í søguni hjá Atlantic Airways, men eisini í søguni hjá føroyingum. At hesin Airbus A319 verður partur av flotanum hjá Atlantic Airways er meira enn keyp av einum nýggjum flogfari tað er ein søgulig hending, sum gevur Atlantic Airways og okkum føroyingum nakrar nýggjar møguleikar, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, í røðu sínari á flogvøllinum.
- Tí sum eitt oyggjasamfelag mitt úti í Norðuratlantshavinum eru vit fulvæl greið yvir, at skjót atgongd til umheimin er ein fortreyt fyri okkara virknu luttøku í heimssamfelagnum, segði hann.
Almenningurin er eisini sloppin umborð á hyggja eftir flogfarinum, og nógv fólk hava brúk hetta høvið.
Airbus flogfarið fer í rutuflúgving 28. mars.