Europeiski flogrisin Airbus, sum mennir og framleiðir flogfør, hevur nú søkt um patent til nýggjan sitibonk, ið kann setast inn í flogfør. Hesin bonkur kann koma at avloysa vanligu flogsetrini.
Airbus heldur, at nýggju bonkurin kann skapa størri fleksibilitet við sitiplássum inni í kabinuni, tí bonkurin kann tillagast til fólk, ið krevja nógv pláss, ella børn, ið krevja minni pláss. Nýggi bonkurin kann rúma 2-4 persónar.
Amerikansku patentmyndugleikarnir skulu nú viðgera umsóknina frá Airbus, sum eisini hevur bygt flogfør til Atlantsflog.