Airbus avsannar tíðindi um, at fleiri flogfør, sum verksmiðjan hevur gjørt, skulu setast Tann evropeiska flogverksmiðjan Airbus avsannar tíðindi í fjølmiðlunum um, at myndugleikarnir hava ætlanir um at geva øllum flogførum av sløgunum Airbus A330 og Airbus A340 forboð fyri at flúgva sum beinleiðis avleiðing av, at flogfarið hjá Air France datt niður í Atlantshavið.
Franska blaðið Le Figaro skrivar í dag, at talan kann blíva um flúgviforboð, so øll flogførini kunnu fáa nýggjar ferðmátarar, men hetta avsannar Airbus.
Annars noyddist eitt avstralskt Airbus-flogfar at trygdarlenda á kyrrahavsoynni Guam í morgun, tí eldur kom í frammi í stýrhúsinum. Flogfarið var av sama slagi
sum tað, ið datt niður í Atlantshavið.









