Navnið Airbnb ljóðar kanska eitt sindur løgið, men stavar frá stovnarunum Brian Chesky, Joe Gebbia og Nathan Blecharczyk, ið leigaðu luftmadrassir út, tá ið øll hotell vóru full í heimbýnum San Francisco.
Hetta var í 2008, og hugskotið til eina heimasíðu, ið savnaði bústaðir úr øllum heiminum, var føtt.
Í fjør, góð fýra ár seinni, vóru gestirnir 3 milliónir í tali, og tilsamans svóvu tey 12 milliónir nætur.
Nakrar av hesum nætrunum stendur Gunnvá Zachariasen fyri. Hon fann Airbnb av tilvild. Hon hevði áður roynt at leiga út gjøgnum Kunningarstovuna, men tað eydnaðist kki. Tá hon gjørdi sær eina vangamynd inni á Airbnb, tók tað ikki langa tíð, fyrrenn fyrispurningar byrjaðu at koma frá fólki.
– Í summar havi eg haft einar 6-7 gestir, hóast at eg havi sagt nei til fleiri, tí eg mátti verða sjálv í húsinum til tíðir, greiðir Gunnvá frá.
Nærri samfelagnum
Hon rósar skipanini við Airbnb, hóast hon hevur haft eitt sindur av tekniskum trupulleikum.
Tað, sum nógv halda er tað mest jaliga við at búgva soleiðis, er, at tey koma nærri samfelagnum og fólkinum í landinum, tey ferðast í. Tey gera síni matkeyp í somu handlum sum tey, ið búgva har á leið, finna strendur, har ongi onnur ferðafólk eru og fáa nýggjar vinir.
– Mínir gestir komu úr øllum Evropa og Russlandi. Tey hava latið væl at, og eg havi enntá fingið postkort frá onkrum seinni, sigur Gunnvá.
Í Føroyum eru higartil 12 vangamyndir, sum bjóða seg fram inni á Airbnb. Fleiri hava haft nógvar gestir og fáa góð ummæli.
– Hugskotið er genialt, tá tað riggar, og eg kundi væl ímyndað mær at búð soleiðis, tá eg sjálv fari at ferðast, sigur hon.
Danmark er eitt av teimum londum, ið hevur flest útleigarar samanborið við fólkatalið. Umleið 6.000 hús, íbúðir og kømur eru til leigu frá privatum persónum. Tað er størsta talið í Norðurlondum.
Trygdin týdningarmikil
Trygdin er sera týdningarmikil fyri Airbnb, og tí vilja tey, at bæði gestir og útleigarar skriva ummæli um, hvussu tey hava havt tað, og hvussu tey eru at hava sum gestir.
Ein trygging ger eisini, at tey, sum leigað út, kunnu fáa endurgjald, um tey eru óheppin og fáa gestir, sum ikki skikka sær væl.
Airbnb ljóðar kanska sum eitt rættuliga einfalt hugskot, men nógv vilja verða við, at orsøkin til, hví tey hava eydnast so væl, er, at tey hava samvirkað við teimum sosialu miðlunum. Tá ein gerst limur á Airbnb kann ein rita inn við síni Facebook ella Twitter konto. Á tann hátt er tað lættari at síggja, hvørji fólk ein skal leigað frá ella leigað út til. Tað kennist tryggari. Útleigarin og leigarin skulu eisini samskifta, áðrenn tey hittast í veruleikanum.
Bíligt fyri familjur
Sjálvandi ger prísurin eisini sítt – fyri eina familju er tað oftani nógv bíligari at leiga eini heil hús enn at búgva á hotelli. Airbnb tekur 3 prosent av prísinium hjá útleigarinum og 6-12 prosent frá gestinum.
Ein starvsfelagi, ið hevur búð á Airbnb í Fraklandi, Andorra og Spania í summar, og hevur 4 børn greiður frá, at hann roknaði út, at hann hevði fingið tvey vánalig kømur á einum vallaraheimi uttan fyri San Sebastian í Spania fyri sama prís, sum hann fekk eina ljósa, stóra íbúð mitt í býnum.
Men sjálvandi er tað einfaldari at skriva seg inn á eitt hotell enn at búgva gjøgnum Airbnb – tað krevur eitt sindur av egnum áhuga og samskifti fyri at fáa gott úrslit.
Er ein til reiðar at gera tað, eru nýggjar upplivingar at heinta, og nógvur peningur at spara, tá ið tú fert at ferðast.










