Airbag í trygdarbeltinum

Í 2010 koma Ford á marknaðin við tí fyrsta trygdarbeltinum, sum kann blásast upp við innbygdum airbag.

Trygdarbeltini eru serliga gjørd fyri at betra um trygdina hjá teimum, sum sita á baksetrinum. Talan er um skaðar á yvirkroppin sum t.d. høvdið og hálsin.


Fyrsti bilur við airbag trygdarbelti til tey ferðandi á baksetrinum verður nýggjasti Ford Explorer, sum kemur á marknaðin í 2010. Eftir tað er ætlanin at hesi trygdarbelti verða standard útgerð í øllum nýggjum Ford bilum.