- Í tí løtu, vit fara á flog, síggja vit tekin um, at okkurt er, sum tað ikki skal vera. Vit síggja, at nøkur ljós fara at blunka, sigur flogskiparin. Mynd: Air Greenland.

Air Greenland: Trygdarlendi við einum motori

Air Greenland hevur almannakunngjørt ymiskar smálutir og eitt video-brot, tá eitt flogfar trygdarlendi í Nuuk Lufthavn sunnumorgunin.

 

- Í tí løtu, vit fara á flog, síggja vit tekin um, at okkurt er, sum tað ikki skal vera. Vit síggja, at nøkur ljós fara at blunka, sigur flogskiparin. Mynd: Air Greenland.

Flogskiparin á túrinum, Robert Evensen, sigur, at flogfarið noyddist at venda aftur, tí trupulleikar vóru við oljutrýstinum í tí eina motorinum.

 

14 ferðafólk vóru í flogfarinum.

 

Eitt videobrot, tá flogfarið trygdarlendir, og har tað sæst, at bara onnur propellan melur, sæst á Youtube-kanaluni hjá Air Greenland, sí leinkjan niðast í greinini.

 

Trygdarlendingin hevur fingið nógv uppmerksemi - ikki minst, tí ein systemfeilur gjørdi, at luftlúðurin í Nuuk fór at ýla beint fyri lendingina sunnumorgunin.

 

- Í tí løtu, vit fara á flog, síggja vit tekin um, at okkurt er, sum tað ikki skal vera. Vit síggja, at nøkur ljós fara at blunka.

 

Flogskiparin sigur, at tá tað verður greinað, hvat ljósini merkja, verður staðfest, at oljutrýstið er ov lítið á vinstra motorinum.

 

- Tá soleiðis er, skulu vit fylgja einum ávísum framferðarhátti og motorurin við ov lágum oljutrýsti skal sløkkjast, sigur flogskiparin, Robert Evensen.

 

Hann vísir á, at flogskiparar venja slíkar støður, har flogið verður bert við tí eina motorinum. 

 

- Hetta var ikki ein vandastøða, men ein slík støða kann kennast ótrygg hjá teimum ferðandi, tá tey síggja, at bert tann eina propellan melur. 

 

Flogskiparin sigur, at slíkar støður vera vandar tvær ferðir um árið í einum simulatori, og tískil eru flogskiparar væl fyri at loysa slíkar støður í luftini.

 

Flogfarið lendi í øllum góðum í floghavnini í Nuuk uttan trupulleikar, og kanningar vístu, at tað var ein sonevndur o-ringur til oljufyltrið, sum var brotin.

 

Video-brotið, har flogfarið trygdarlendir í Nuuk Lufthavn, sæst um hesa leinkju -  

 

https://www.youtube.com/watch?v=VwpgzOwyp94

 

 

 

- Í tí løtu, vit fara á flog, síggja vit tekin um, at okkurt er, sum tað ikki skal vera. Vit síggja, at nøkur ljós fara at blunka, sigur flogskiparin. Mynd: Air Greenland.