Stýrið aftan fyri Royal Greenland heldur hálvársúrslið vera "nøktandi", hóast hallið á 21,1 milliónir krónur fyri skatt.

Air Greenland hevði eitt blóðreytt fyrra hálvár

- Tað hevur verið vøkstur í 2024, men tó ikki nær til tann vøkstur, sum var væntandi, sigur stýrisformaðurin í Air Greenland

Stýrið aftan fyri Royal Greenland heldur hálvársúrslið vera "nøktandi", hóast hallið á 21,1 milliónir krónur fyri skatt.

Air Greenland hevur lagt fram hálvársroknskapin, sum vísir eitt hall á 21,1 milliónir krónur fyri skatt.

 

Sagt verður, at fyrra hálvár hevur verið avbjóðandi orsakað av veðri og avlýsingum, sum hava verið slakar 4000 í tali.

Stýrið aftan fyri Royal Greenland heldur hálvársúrslið vera "nøktandi", hóast stóra hallið higartil í ár.

 

Fyrra hálvár í fjør hevði flogfelagið eitt avlop í rakstrinum á 8,2 milliónir krónur, men hetta úrslit var eisini tengt at sølu av flogførum og tyrlum.

 

Stýrisformaðurin, Malik Hegelund Olsen, sigur á heimasíðu felagsins, at tað hevur verið vøkstur í 2024, men tó ikki nær til tann vøkstur, sum var væntandi.

 

Aftrat hesum hava veðurlíkindini verið avbóðandi, og tað kostar felagnum nógvar pengar, tá tey skulu taka sær av ferðandi, sum ikki sleppa avstað til tíðina.

 

Lagt verður aftrat, at fyrstu seks mánaðirnar í ár hava verið slakar 4000 avlýsingar á rutuflúgvingini orsakað av veðri, men hetta er ikki óvanligt í fyrra hálvári.

 

Við Sermitsiaq sigur Malik Hegelund Olsen, at avbjóðingarnar við veðrinum gera, at minni verður flogið, umframt at tað veksur um útreiðslurnar, tá ferðafólkini ikki sleppa avstað.

 

Meira um gongina hjá Air Greenland kann lesast á - https://www.sermitsiaq.ag/erhverv/air-greenland-nedjusterer-efter-blodrodt-halvarsresultat/2136522

 

Stýrið aftan fyri Royal Greenland heldur hálvársúrslið vera "nøktandi", hóast hallið á 21,1 milliónir krónur fyri skatt.