Síðani miðskeiðis í mai hevur eingin fastur stjóri verið fyri grønlendska flogfelagið Air Greenland. Tá fór Michael Højgaard úr starvinum, og síðani hevur nevndin í felagnum leitað eftir nýggjum stjóra.
Fyrst var søkt eftir nýggjum stjóra, men tá ið umsóknirnar vóru komnar inn, helt nevndin ikki, at nakar av umsøkjarunum var egnaður at taka við leiðsluni í flogfelagnum.
– Vit fingu nógvar umsóknir, men hetta er eitt krevjandi starv, og vit leita eftir einum persóni við fleiri eginleikum, og hann er trupul at finna, sigur Søren Lennert Mortensen, nevndarformaður i Air Greenland, við blaðið Sermitsiaq.
Nú søkir Air Greenland av nýggjum eftir stjóra. Sambært starvslýsingini skal stjórin hava fíggjarligar og handilsligar førleikar, hann skal helst hava royndir frá fyritøku, sum er skrásett á partabrævamarknaði, og hann skal kenna loftferðslu og hava politiskar og greinandi eginleikar.
– Seinast, vit leitaðu eftir stjóra, var tað eisini trupult, og eg eri sannførdur um, at vit fara at finna rætta stjóran, sigur Søren Lennert Mortensen við Sermitsiaq.