AIR FORCE ONE

Air Force One - flogfarið hjá amerikanska forsetanum - verður rænt av víðgongdum russum við amerikanska forsetanum og húski hansara umborð.

Amerikanski forsetin er vorðin sera væl umtóktur millum manna - júst tí hann hevur sett hart móti hørðum, og ikki hevur viljað samráðst við terroristar.

Forsetin verður nú tvungin til at endurskoða hetta annars óvikiligu grundregluna, tá húskið verður tikið sum gíslar umborð.

Terroristarnir kreva, at generalur teirra, Alexander Radek verður latin leysur.

Men Alexander Radek generalur er ein púra óstýriligur týrannur, sum blóðtystur hevur veriða á ránsveiðu, og hevur soleiðis ført restirnar av Ruslandi í kaos.

Verða krøv terroristanna ikki eftirlíkað, fara teir undir eina metodiska likvidering av ferðafólkunum umborð á Air Force One.

Hinvegin, so fara fleiri hundraðtúsund at doyggja, um Radek verður latin leysur.

Ein einsamallur maður - forsetin í amerika - verður tvungin til at viga lagnuna hjá húski sínum við lagnuna, sum bíðar heiminum uttanfyri.

? Tit koma ikki at uppliva Harrison Ford, sum mannin aftan fyri skrivaraborði, sigur instruktørurin, Wolfgang Petersen, og hann heldur fram.

? Hetta er ein forseti, sum torir at gera nakað - ein acton-maður - og eingin annar sjónleikari kann matcha hesa samanseting av rástyrki og gløggskygni, sum hesin leiklutur krevur. Hann hevur ta karismatisku persónsmenskuna, sum ein forseti skal hava, hann er eisini gløggur og skemtingarsamur, sum er við til at gera hann til ein sympatiskan mann.

Hin uppgávan hjá Wolfgang Petersen var at finna ein skálk, sum var eins væl egnaður, sum Harrison Ford, ein sjónleikara við eins sannførandi styrki. Luturin sum tann harðrendi og militanti terroristurin Korshunov, sum rænir flogfarið, verður leiktur av Gary Oldman, sum nýliga var at síggja í filminum »Det femte element hjá Luc Besson