Í samband við Torradagar 2008, verður ein filmur sýndur um Ainu Cederblom. Eisini kemur ein, ið kendi Ainu, at greiða frá um hana. Klokkan 19 í kvøld verður filmssýning í Atlantis, um Aina Cederblom, sum varð fødd í 1896. Hon gjørdi vart við seg í øllum Norðurlondum í 1933, tá ið hon sigldi við sínum lítla motorbáti, Rospiggen II, úr Svøríki til Føroyar umvegis Hetland ? og helt síðani leiðina fram við skonnartini Stellu Mariu, til Grønlands. Hagani royndi hon at sigla yvir til Amerika. Seinni kom Aina aftur til Klaksvíkar og bygdi vevskúlan úti í Grøv, sum er virkin tann dag í dag.