Aimi sendiharri í Athen

Aimi Thomsen, sum er av Strondum, men býr í Athen, er útnevnd, sum sendiharri fyri Føroyar í Paraolympiaduni, sum verður í Athen í 2004

OL

Paraolympisku leikirnir vera í Athen í ár 2004. Føroyar verða eisini umboðaðar á leikunum, og er Aimi Thomsen av Strondum útnevnd, sum sendiharri fyri Føroyar.
Fyri stuttum var aðalfundur í Athen við Paraolymisku komiteeina, har Jógvan Jensen var við. Skipað er fyri soleiðis, at aðalfundurin er altíð í sama býi, sum paraolymisku leikirnir skulu vera.
Aimi Thomsen av Strondum hevur búð í Grikkalandi við grikska manni sínum síðani 1995. Seinastu trý árini ella so hevur hon búð í Athen. Tá Jógvan Jensen var á aðalfundinum, varð Aimi útnevnd til sendiharra. Hon skal taka sær av teimum praktisku tingunum, sum til dømis fundir í nevndum og annað.
Tá leikirnir so verða í 2004, skal Aimi hjálpa føroysku ítróttarfólkunum við at koma skjótt fram, upplýsa tey, hvar tey skulu fara og undir leikunum, skal hon virka sum eitt slag av ferðaguide.
Í sambandi við aðalfundin var nýggjur presidentur valdur í IOC, og hugt varð eisini eftir støðunum har leikirnir skulu fara fram, og er alt mestsum klárt. Gomlu stadionini verða endurnýggja í sambandi við leikirnar.
Jógvan Jensen veit at siga, at føroyingar eru longu kvalifiseraðir í svimjing, og sum er nú, so hava vit eisini svimjarar, sum kunnu umboða Føroyar á leikunum. Miðað verður eisini ímóti at Føroyar kunnu vera við í borðtennis, bogaskjóting og frælsum ítrótti. Í tveimum teimum seinastu verða kvalifikatiónstíðir tó kravdar.