AIK Stockholm tapti og datt niður á fjórða plássið

Drúgva sigursrøðin hjá Mikkjali K. Thomassen og hansara leikarum var brotin í dag

Aftaná níggju sigrar og ein javnleik í 10 dystum í bestu svensku fótbóltsdeildini steðgaði sigursrøðin hjá AIK Stockholm, ið hevur Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara.

 

Mikkjal og hansara leikarar tóku tíðliga seinnapartin móti BK Häcken á heimavølli á Strawberry Arena leikvøllinum.

 

Tað endaði við 2-0 sigri til BK Häcken, hóast AIK hevði fleiri royndir innanfyri málrammurnar.

 

Häcken skoraði bæði málini í seinna hálvleiki.

 

Ósigurin førdi við sær, at AIK datt niður á fjórða plássið, ið ikki gevur atgongd til Conference League undankappingina komandi summar.

 

AIK hevur 45 stig á fjórða plássinum. Teir eru tvey stig aftanfyri lokalu arvafíggindarnar, Djurgården og Hammarby.

 

AIK hevur fýra dystir eftir at leika í Allsvenskuni. Komandi uppgávan verður á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg, sunnudagin 21. oktober, tá gamla stórliðið, IFK Göteborg tekur ímóti Mikkjali og hansara monnum.