Aibritt á Plógv, sum var aðalstjóri á Almanna- og heilsumálaráðnum til 2006, stillar upp til løgtingsvalið fyri Fólkaflokkin.
- Eg havi sera stóran áhuga fyri almanna- og heilsumálum, og tað er hesin áhugið sum nú fær meg at stilla upp til løgtingsvalið. Eg veit frá mínum 15 ára arbeiðsroyndum á almanna- og heilsuøkinum, bæði sum sjúkrasystir á sjúkrahúsum og røktarheimum, sum leiðari fyri dagrøktarskipan, sum deildarstjóri í Tinganesi, og sum aðalstjóri á Almanna- og heilsumálaráðnum í 5 ár, at nógv ting kunnu gerast betur og annarleiðis á almanna- og heilsuøkinum, sigur Aibritt á Plógv.
- Fólkaflokkurin hevur seinastu nógvu árini einamest verið virkin í samband við vinnu- og fiskivinnupolitikk, men flokkurin hevur eisini eina góða stevnuskrá á almanna- og heilsuøkinum, sum flokksleiðslan og eg eru samd um at fáa fram í ljósmála, sigur Aibritt á Plógv.
Aibritt á Plógv var fyrst útbúgvin sum sjúkrasystir í 1983, og so sum løgfrøðingur í 1994. Umframt sín stóra áhuga fyri almanna- og heilsumálum, so hevur Aibritt á Plógv síðani 2006 verið sjálvstøðug vinnurekandi. Hon situr í dag í nevndini í Posta og er næstformaður í Krabbameinsfelagnum.