- Júst hetta at upplýsa um og basa rasismu, er eitt av aðalmálum okkara. Og hetta kunnu vit gera uppá nógvar ymiskar mátar, sigur AI-samskiparin.
Sjálv vil hon ikki gera viðmerkingar til eitt hetta einstaka málið. Men tey hava kortini staðfest, at eitt mál av líknandi slagi var frammi í fjølmiðlunum í fjør.
Tá var talan um ein útlendskan fótbóltsleikara sum føldi seg illa viðfarnan, eftir at ein mótleikari skuldi havt verið heldur harðligur í orð og talu undir einum fótbóltsdysti.
Tey í Amnesty kundu tó fegnast um, at ein júst innan føroyska fótbóltsheimin eru tilvitað um hetta rákið og viðgjørdu málið beinanvegin.
Hinvegin so er tað eisini ein veruleiki, at talið av fólki við øðrvísi húðaliti økist her á landi. Tí er neyðugt at ein lærir hin unga at vísa virðing fyri hesum menniskjum.
- Vit eiga tí at seta alt inn fyri at rasisma verður fyribyrgd og ikki vinnur fram. Henda tilvitanin kann gerast í skúlum, barnagørðum og á útbúgvingarstøðunum – og sjálvandi eisini í tí einstaka heiminum, so tíðliga sum gjørligt, sigur Margretha Nónklett.