Aftur í ár skipa skótarnir við Løkin fyri listaframsýning við tí endamáli at savna pening saman til virksemið hjá teimum. Framsýningin verður páskadag og annan páskadag í skúlanum við Løkin og í ár er áhugin størri enn nakrantíð. Tilsamans eru 55 framsýnarar við hesa ferð og tilsamans hava teir 250 málningar á framsýningini.
Á framsýningini hesa ferð eru eisini keipumyndir av kendum fólkum og tær verða seldar á uppboði.
Framsýnarar eru bæði kend listafólk og listafólk, sum royna seg fyri fyrstu ferð. Tað verður Tórbjørn Jacobsen, varaborgarstjóri, sum setir framsýningina páskadag klokkan 15 og tá fer Manskór Glyvra Kirkju eisini at syngja.
Peningurin sum kemur inn frá tiltakinum, fer óskerdur til nýggja skótahúsið í Runavík, sum stendur við Løkin og har KFUM- skótarnir á Skálafjørðinum nú halda til.
|