Áhugaverd verkætlan: ævintýraheimur í Viðarlundini

Ein ævintýraheimur í Viðarlundin í Havni, har alt verður gjørt burturúr endurnýtslu.


Fleiri stovnar eru farnir í gongd við at samstarva um eina verkætlan, sum verður framsýnd í Viðarlundini í umhvørvisvikuni næsta ár. Hetta er eitt tvørfakligt samstarv, har lærarar, námsfrøðingar, handverksnæmingar, skúlanæmingar og børn á stovnum v.m. luttaka. Verkætlanin snýr seg um at skapa ein ævintýraheim í Viðarlundini, har alt verður gjørt burturúr endurnýtslu.

 

Endurnýtsla sum undirvísingarmiðil, gevur góðan møguleika at menna tey skapandi evnini, og er við til at skapa eina umhvørvis vinarliga mentan, har lutir fáa eitt nýtt lív, ístaðin fyri at verða koyrdir í skrell. Verkætlanin gevur møguleika at samantvinna tónleik, sjónleik, list, ævintýr, mál, handverk og endar við framførslum av ymiskum slag.

 

Teir luttakandi stovnarnir møtast eina ferð um mánaðin, soleiðis at møguligt er at fylgja gongdini hjá hvørjum øðrum, fáa íblástur og til samstarv. Fountainhúsið savnar endurnýtslu tilfar frá virkjum og handlum, og koyrir tað niðan í eitt høli hjá Tórshavnar Kommunu á Hjalla, har tað verður sundurskilt og gjørt innbjóðandi til børnini at skapa úr.

 

Verkætlanarleiðari er Birita Arge. Endamál, kunning og myndir av gongdini verða á: https://www.facebook.com/pages/%C3%86vint%C3%BDrheimur-endurn%C3%BDtslu-verk%C3%A6tlan/727459847343966