Áhugafelagið Spinnaríið hevur fingið fyrstu maskinurnar

Tær fyrstu maskinurnar til komandi spinnaríið í Klaksvík eru júst komnar úr Kanada

Áhugafelagið Spinnaríið skrivar, at nýggju maskinurnar eru ein trumla, sum skal vinda sand úr ullini, áðrenn hon verður vaskað, og ein rívari, sum skal gera ullina meira luftiga og lætta eftir vask. Við nýggju maskinunum fer Áhugafelagið Spinnaríið at kunna gagnnýta ullavaskimaskinuna enn betri.

 

Komandi vikurnar verða nógv góð høvi at vitja í Spinnarínum og kanna og taka lut í virkseminum har.

 

Søluframsýning

 

Í Torravikuni vitjar nýggja Spinnaríið við ánna í Skopun, tey nýta somu maskinur, sum Áhugafelagið er farið undir at keypa úr Kanada. Í Torravikuni hevur Spinnaríið við ánna søluframsýning í Spinnarínum í Klaksvík, har høvið verður at keypa tógv og ullvørur og síggja framsýning um virksemi í Skopun. Søluframsýningin er opin týsdagin 18. februar, fríggjadagin 21. februar og leygardagin 22. februar. Allar dagar frá 10-16.

 

Hugnadagur

 

Týsdagin 18. februar verður harumfamt høvi at vitja skeið í ullavirking, sum Klaksvíkar kvøldskúli skipar fyri í Spinnarínum í vetur. Skeiðið er hvønn týsdag, og Anna Evensa Abrahamsen er lærari. Týsdagin í Torravikuni er skeiðið sum vanligt í Spinnarínum, samstundis sum søluframsýning er, og Áhugafelagið Spinnaríið bjóðar kaffi og kaku.

 

Dags- ella vikuskiftisskeið

 

Seinna vikuskiftið í Torravikuni er harumframt spennandi vikuskiftisskeið í Spinnarínum við vevkonuni og spinnilæraranum, Guðrun Sundar Hansen úr Nólsoy. Á skeiðnum fært tú frálæru um føroysku ullina, tú lærir at nappa og karða ull og at spinna hana á lítlastrá, sum er ein lítil vindismaskina, sum nógvir føroyingar brúktu at spinna við fyrr í tíðini. Áhugafelagið Spinnaríið veitir amboð og ull.

 

Skeiðið er fríggjadagin 21. februar og leygardagin 22. februar. Báðar dagar klokkan frá klokkan 10 til 16. Til ber at tekna seg til dagsskeið ella vikuskiftisskeið við at senda boð við navni og bústaði til gudrun.elttoer@gmail.com. Hvør dagur kostar 400 krónur. Samstundis sum skeiðið er, hevur Spinnaríið við ánna søluframsýning í Spinnarínum.

 

Vikuskeið í tøving

 

Vikuna eftir Torradagar hevur Anna Evensa Abrahamsen skeið í Spinnarínum í tøving. Skeiðið er allar gerandisdagar í vikuni frá 22. februar til 28. februar. Til ber at tekna seg til skeiðið í tøving á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kvøldskúla via Atgongumerki.fo.

 

##med2##