Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, segði í gjár, at hann vónar at sleppa til London í sambandi við teir olympisku leikirnar har í summar. Men tað krevur, at teir bretsku myndugleikarnir geva honum innferðarloyvi.
-Eg vil fegin sleppa at fylgja við teimum iransku ítróttarfólkunum og at stuðla teimum, men bretar halda meg vera ein vandamiklan gest. Okkara óvinir vilja ikki, at okkara ítróttarmenn skulu vinna heiðursmerkir, men okkara unga fólk fer at luttaka á leikunum og at gera okkum stolt av Iran og islam, segði iranski forsetin.
Talsmenn hjá uttanríkisráðnum í London siga, at teir kunnu ikki gera viðmerkingar til orðini hjá Ahmadinejad.
Viðurskiftini millum London og Teheran hava verið heldur kaldlig, síðani bretar stongdu sína sendistovu í Teheran, eftir at mótmælisfólk herjaðu á sendistovuna seinasta heyst.