Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, kom í morgun til Libanon á almenna vitjan. Vitjanin er umstrídd, tí eftir ætlanini skal hann vitja markið millum Libanon og Ísrael, sum sambært forsetanum skal strikast av heimskortinum.
Libanski tingformaðurin, Nabih Berri, og ein politisk sendinevnd hjá Hizbollah vóru á flogvøllinum í Beirut og tóku ímóti iranska gestinum. Hann fór beinleiðis á forsetaborgina, har hann skuldi tosa við leiðandi politikarar.
Áðrenn hann fór úr Teheran, segði Ahmadinejad, at endamálið við vitjanini er at styrkja sambandið millum Iran og Libanon.
Bæði Ísrael, USA og meirilutin í libanska tjóðartinginum hava mótmælt vitjanini.