Iranski forsetin Ahmadinejad biður nú amerikanska forsetan Obama um at kjakast við sær í beinleiðis altjóða sending. Mahmoud Ahmadinejad er so sannførdur um síni sjónarmið, at hann vil sleppa at kjakast í altjóða fjølmiðlum við Barack Obama, so allur heimurin skal fáa at síggja, at hann hevur rætt.
- Vit eru til reiðar at sita andlit til andlit við Obama fyri at fáa altjóða spurningarnar á borðið. Tað skal vera frá manni til mans, opinskárað og framman fyri fjølmiðlunum, so vit fáa fram í ljósið, hvørs loysnir eru tær røttu. Vit halda tað vera ein góðan hátt at gera tað, sigur Ahmadinejad í røðu.
Hann hevur áður bjóðað Obama av at luttaka á almennum fundi um heimsins trupulleikar umframt givið USA skyldina fyri ófrið og altjóða fíggjarkreppuna. Harumframt heldur hann Obama hava burturspilt sín møguleika at reinsa luftina millum USA og Iran, sum ikki hava havt diplomatiskt samband í 30 ár.
Tá Obama tók við forsetisembætinum, lovaði hann, at hann vildi betri um forholdið til Iran við hjálp av diplomati, men tað er heldur farið hinvegin.
Obama hevur millum annað roynt at fingið ST at herða revsitiltøkini móti Iran og tess atomætlanum.
Kelda: berlingske.dk