– Gestir í spælilandinum hjá SMS eiga at lata seg kanna

– Í hesum einstaka føri vísir tað seg at vera ómetaliga torført at uppspora smittuna, sigur Lars Fodgaard Møller

Landslæknin heitir nú á øll, sum mánadagin tann 5. juli millum klokkan 14 og 18 hava verið í spælilandinum á torginum í SMS, um at lata seg kanna.

 

Áheitanin kemur av, at tveir persónar, sum í gjár fingu staðfest koronu, hava verið í og kring spælilandið í SMS.

 

– Í hesum einstaka føri vísir tað seg at vera ómetaliga torført at uppspora smittuna, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

 

– Fyri at binda um heilan fingur heita vit tískil á øll, ið hava verið í spælilandinum hjá SMS um at lata seg kanna sum skjótast, sigur hann.