Áheitan á Rúnu Sivertsen

-

Greið okkum vinaligast frá, hvat Biblian lærir um seksualundirvísing í skúlanum.

Í lesarabrævi í Sosialinum 3. mars setir tú fram tann pástand, at frálæran í ávísum, føroyskum skúla stríddi móti tí, Bíblian lærir er rætt.

Hatta er ein heldur ógvisligur pástandur, sum tú ivaleyst gerst nógvum fólkum ein beina við at greina eitt sindur nærri.