Agurkutíðin er avlýst

Klumma

Agurkutíðin 2011 er avlýst. Summartíðin, tá ið einki hendir, og miðlarnir mugu vera sera kreativir fyri at fáa tilfar, var heilt øðrvísi komandi ár. Paul Watson hevur boðað frá, at hann kemur til Føroya komandi summar at steðga grindadrápinum, og ein annar umstríddur umhvørismaður arbeiðir eisini við eini ætlan at koma hendan vegin í somu ørindum.

Lagt er upp til eitt hendingarríkt summar, har Føroyar enn einaferð koma í miðdepilin fyri grindadrápið. Ja, vit skulu rokna við meira umtalu og størri trýsti á okkum enn nakrantíð áður.

Nýggju miðlarnar fáa søgurnar at ferðast skjótt og víða, og tiltiknu orðini hjá Mark Twain um, at ein lygn kann ferðast hálva leið kring heimin, meðan sannleikin letur seg í skógvar, eru sum gjørd til internetið – og grindadrápið.

Fólk frá Sea Shepherd vóru í summar í Føroyum, og reaktiónirnar eftir átøkini vóru sum skilst so nógvar, at felagsskapurin av álvara hevur fingið eyguni upp fyri Føroyum aftur.

Tí hetta snýr seg ikki bert um at arbeiða fyri djórunum, tað snýr seg sanniliga eisini um at hava eina forrætning koyrandi, og Sea Shepherd hevur brúk fyri blóðugum søgum, sum kunnu skaffa pengar í kassan.

Tað er tí ikki av tilvild, at felagsskapurin aftur nú setir kós í ein norðan. Watson og hansara fólk hava í fleiri ár serliga livað av stríði í Suðurhøvum, har japanarar hava verið mótstøðufólk. Sjónvarpsrøðin um hvalakríggið hjá Sea Shepherd hevur givið pengar í kassan, og nú ræður um at investera í eitt nýtt stríð. Og tað er í Føroyum.

Og vit kunnu rokna við einum ordans stríði hesaferð. Sjónvarpslið fara at taka upp og klippa sannleikan í Føroyum, og myndir – blóðugar og ræðandi – verða sendar um allan heimin. Í hesum spæli hava føroyingar ongan kjans at verja seg við fakta og siðsøgu. Vit kunnu royna og vilja, men pr-dysturin ímóti Watson og hansara fólki er taptur.

Halda vit fast um, at vit skulu drepa grind, eisini fyri eygunum á útlendsku umhvørvisfólkunum, so kunnu vit eisini rokna við, at tað kann fáa avleiðingar fyri okkara útflutning og búskap.

Og kanska fara vit komandi summar at leingjast eftir agurkutíðum.