Formaður Sambandsfloksins mælir til, at landsstýrið leggur frá sær. Javnaðarflokkurin er ikki so avgjørdur ? mælir bert til at fullveldiskósin verður broytt. Algoysti mikrofonhaldarin hjá útvarpinum spyr, um ikki hetta, at Sambandið og Javnaðurin nú hava 17 av 32 løgtingslimum, fær avleiðingar. Nýggj samgonga. Og leiðari Javnaðarfloksins hálvgum játtar ? jú, hetta gevur okkum okkurt at hugsa um.
Jamen... hvat er hent? Havi eg sum ein annar Rip van Winkle sovið eitt løgtingsval burtur? Og ikki gjørt mína skyldu? Ikki verið á valið....
Men so byrjar at klárna so frætt sum nú einaferð ber til. Hetta snýr seg um eina tilvildarliga veljarakanning.... við teimum vansum, ósikkurheitum og annars áhugaverdu avdúkingum, ein slík kann geva.
Okkara fólkavaldu spæla við. Og 4. statsmaktin ? í allari sínari meiningsdannandi veldigheit ? skipar kórinum, so vit næstan halda, at HETTA er rættuligt demokrati.
Veruleikin er, at vit nú eru um at fara frá meira traditionellu vesturlendsku demokratifatanini, til nakað annað. Vit kunnu fyri at gera tað nemmari, kalla tað post-demokratiið (hevur einki við Berg í Garði at gera). Skjótt verður als ikki neyðugt at halda val 4. hvørt ár. Veljarakanningarnar ordna paragraffirnar fyri okkum. Og tað, sum tær ikki klára, kunnu ymsu pressiónsbólkarnir í samfelagnum taka sær av. Smb. uppskot um fjølmiðlanevndirnar ? okkara fólkavaldu verða koyrdir .....ella koyra seg sjálvar/sjálv... út á eitt síðuspor. Teir sterkastu pressiónsbólkarnir fara í framtíðini at stýra sokallaðu 4. statsmaktini ? teirri almennu í hvussu so er- og lítið er at ivast í, at tilvildarligar meiningskanningar verða tulkaðar eins hysteriskt og hendan seinasta.
Tað eru nú øldir síðani, at Bakhunin kastaði sína seinastu bumbu. Og Marcuse og hansara romantiska radikalisma fangaðu ongantíð ordiliga. Men sannleikin er tann, at vit hava ongantíð verið nærri anarkinum enn vit eru nú.
Eitt samfelag stýrt av veljarakanningum!Og pressiónsbólkum! Og har kann eingin yvirliva uttan ráksnúvningarnir!
?Hvad er livet, et pust i sivet.....? segði Dunnaldur Dunna.
Jens Chr. Carlsson
Tórshavn