Tað eru 10 ár eru liðin, síðan poppstjørnan Christina Aguilera fyrstu ferð gjørdi um seg á tónleikarpallinum og í tí sambandinum gevur hon eina ?Greatest Hits?-fløgu út.
- Eg skilji als ikki, at tíggju ár longu eru farin, síðan eg gav fyrstu fløgu mína út, men mær hevur dámt sera væl at sleppa at finna øll yndisløgini fram aftur, sigur hon frá.
Nýggja ?Greatest Hits?-fløgan fær navnið ?Keeps Gettin? Better ? A Decade of Hits? og verður givin út í samstarvi við detailketuna Target. Hendan hevur gjørt eksklusivkontrakt við Christinu Aguilera. Enn er ikki vist, um fløgan eisini verður til keyps í Evropa.