Argentinski stjørnuáleyparin hjá Manchester City, Sergio Aguero, var hóskvøldið í einum ferðsluóhappi í Hollandi, tá taxa bilurin, sum skuldi koyra hann og ein vinmann til flogvøllin, rendi á ein lyktapela. Tað gjørdist beinavegin greitt eftir óhappi, at Sergio Aguero, ikki fór at vera tøkur til oddadystin móti Chelsea í Premier League í vikuskiftinum.
Í dag hevur Sergio Aguero so fyri fyrstu ferð úttala seg alment um støðuna. Tað hevur hann gjørt via sosiala miðilin Twitter, ið nógvir enskir fótbóltsspælarar brúka. Har greiðir Sergio Aguero frá um hendingina og at hann hevur bráka rivjabein.
- Taxa bilurin sum koyrdi meg, tók eitt skeivt sving og rendi á ein pela. Tað var eitt ógvusligt krassj, og høvdu vit ikki havt trygdarbeltið, hevði tað verið nógv meira ógvusligt. Eg eri nú heima aftur í Manchester, har læknarnir hjá Manchester City hava hugt eftir mær. Eg havi bráka rivjabein, og farin nú at arbeiða ímóti at koma fyri meg aftur, skrivar Sergio Aguero.
Tað verður mett at Sergio Aguero í øllum førum kemur at sita uttanfyri fýra tær næstu vikurnar av skaðanum. Sergio Aguero og vinmaðurin sum var við í ferðsluóhappinum, høvdu verið í Hollandi til eina konsert hóskvøldið.









