Aguero sjúkrameldaður við hjartatilburði

Trupulleikarnir hjá FC Barcelona halda fram, hóast at Ronald Koeman er koyrdur

Tað er kreppa í FC Barcelona og hon stendur við. Fyri kortum bleiv Ronald Koeman koyrdur sum venjari og Sergi Berjuán settur sum fyribilsvenjari. Um vikuskiftið spældi katalanska stórfelagið javnleik 1-1 á heimavølli móti Alaves.

 

Verri var, at Sergio Aguero mátti lata seg skifta út í fyrra hálvleiki. Hann seg til bringuna og síðani hava kanningar víst, at hann hevur okkurt órógv í hjartanum. Tað merkir fyribils, at hann er ikki tøkur hjá FC Barcelona komandi tríggjar mánaðirnar.

 

Tað eru ikki góð tíðindi fyri Sergi, sum væntandi bara situr í stólinum til Xavi verður kunngjørdur sum nýggjur venjari. FC Barcelona er í trýst til at vinna móti Dynamo Kiev í kvøld í Champions League.

 

Bólkur E:

 

Bayern Munchen – Benfica (20.00)

 

Dynamo Kiev – FC Barcelona (20.00)

 

Støðan:

 

  1. Bayern Munchen 9
  2. Benfica 4
  3. FC Barcelona 3
  4. Dynamo Kiev 1

 

Bólkur F:

Atalanta – Manchester United (20.00)

 

Villarreal – Young Boys (20.00)

 

Støðan:

 

  1. Manchester United 6
  2. Villarreal 4
  3. Atalanta 4
  4. Young Boys 3

 

Bólkur G:

 

Wolfsburg – Salzburg (17.45)

 

Sevilla – Lille (20.00)

 

Støðan:

 

  1. Salzburg 7
  2. Sevilla 3
  3. Lille 2
  4. Wolfsburg 2

 

Bólkur H:

 

Malmø FF – Chelsea (17.45)

 

Juventus – Zenit (20.00)

 

Støðan:

 

  1. Juventus 9
  2. Chelsea 6
  3. Zenit 3
  4. Malmø FF 0