Agne bjargaði Stjørnuni sigurin

Við sterkum spæli í málinum í avgerandi løtuni í seinna hálvleiki, var Agne Masenaite høvuðsorsøkin til sigurin hjá Stjørnuni móti StÍF

Kvinnuhondbóltur

Heldur Agne Masenaite fram við spælinum, hon higartil hevur víst í málinum hjá Stjørnuni, er hon heitur kandidatur til heiðurin sum »Ársins málverji«, tá hondbólturin komandi vár aftur verður í galla-hýri.
Trý stig hava tær í Stjørnuni fingið higartil, og ikki er at taka munnin ov fullan, um sagt verður, at Agne eigur størsta partin av teimum ? umframt at hon eisini hevur hildið lív í Stjørnuni sum longst í teimum báðum taptu dystunum.
Sunnudagin hevði StÍF fingið fatur í rætta endanum og var á veg at tryggja sær sigurin, tá Agne spílaði seg út og gav teimum í Stjørnuni nýggjar vón og nýggjar kreftir.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki hevði StÍF vunnið seg frá at vera aftanfyri við trimum málum til at vera á odda við tveimum. Tær hjá Stjørnuni, sum hesa løtuna brendu tvey brotskøst, dugdu ikki at síggja annað enn at tap stóð í hendi!

Agne tók alt
Við leiðsluni 19-17 fór StÍF í vælmannað skjótálop fyri at geva Stjørnuni mønustingin, men trimum skotroyndum í sama álopi vardi Agne fyri, og so var tað brádliga, at dysturin vendi.
Nú raknaði Stjørnan við aftur. Hóast verjan kanska ikki spældi upp til sítt besta, tók Agne alt, sum kom innum, og næstu løtuna fekk Stjørnan fimm mál og einki fór ígjøgnum.
Nú var støðan brádliga 23-19 til Stjørnuna ? og bara einir fimm minuttir eftir.
Sjálvt um StÍF royndi at koma innaftur í dystin, lá ikki nóg væl fyri síðstu løtuna, samstundis sum gloppið var ov langt, og Stjørnan fekk sostatt hálað sín fyrsta sigur í land.
Sigurin gav Stjørnuni eitt sindur av luft, og nú er samlaði fongurin trý stig, meðan StÍF við sínum báðum stigum enn bert er oman fyri Tjaldri við ongum.

Dysturin í tølum:
Stjørnan-StÍF 24-22 (13-10)
Málskjúttar:
Stjørnan: Natasja Stamenkovic 9, Danijela Ercevic 5 (2), Súsanna Hansen 4, Jastrid Gullaksen 3, Una Olsen 2, Gunvør Isaksen 1
StÍF: Alina Olaru 7 (1), Asta Petraukieke 6, Anna B. Danielsen 5, Poula B. Olsen 3, Elin Jacobsen 1
Brotskøst: Stjørnan 6, StÍF 1
Útvísingar: Stjørnan 7, StÍF 2
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Hansen