Í dag, 15. apríl, kunnu hjúnuni Agnas og Alfred Steensen, búsitandi í Hirtshals, halda gullbrúdleyp. Agnas er úr Havn, dóttir Elsbu, f. Wolles, av Trøllanesi og Dánjal á Dul úr Havn. Alfred er úr Klaksvík, sonur Honnu, f. Petersen, úr Fuglafirði, og Eskild Steensen.
Agnas og Alfred fingu seks døtur, tær eru: Elsebeth, Hanna Tove (Piddan), Guðrið, Sunrid, Rúna og Gvøðny, sum doyði í ferðsluvanlukku í 1983, bert 13 ára gomul. Tey eiga 15 ommu- og abbabørn og langommu- og abbadóttrina Keziu.
Alfred er útbúgvin maskinmeistari og maskinverkfrøðingur. Hann hevur arbeitt sum maskinverkfrøðingur í Føroyum og í Danmark. Seinastu árini hevur hann siglt sum maskinstjóri við donskum og norskum skipum. Hann gavst at sigla í oktober í fjør, tá hann var næstan 71 ára gamal. Agnas arbeiddi heima meðan børnini vóru smá. Í 1983 fekk hon starv í kantinuni hjá Landsverkfrøðinginum í Havn, har hon var í umleið 10 ár. Síðan 1995 hava tey búð í Hirtshals. Brúdleypið verður hildið fyri innboðnum á Hotel Føroyum. Brúdleypsadressan er Sílagøta 3 í Havn.