Agnas er føroyska drotningin

- Eg vil bara skapa og vísa, hvussu vit kunnu brúka alt tað føroyska til fulnar og samstundis gera okkum galdandi uttanlands. Tað sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson, ið er høvuðspersónurin handan myndarøðina“Agnes – Queen of Faroe Islands”

Í staðin fyri at síggja forðingarnar, sum vóru, valdi hon at síggja avbjóðingar. Úrslitið av broytta hugburðinum sæst aftur í nýggjastu myndarøð hennara av dreymagentuni Agnas.

- Við hesum myndunum vísa vit, hvat vit føroyingar duga, og hvat vit kunnu bjóða, tí hetta er ein verkætlan, sum er 100 prosent føroysk frá einum enda í annan, sigur 27 ára gamla Gvøðny Miriam Gunnarsson.

Verkætlanin við myndarøðini av ungari føroyskari kvinnu hevur vakt miklan ans millum altjóða fotografar, sniðgevar, hárfríðkarar og onnur.

- Allir útlendingarnir eru púra ovfarnir, tá eg fortelji teimum, at myndin er tikin í Føroyum, gentan á myndini er føroysk, og at alt toymið rundan um verkætlanina somuleiðis er úr Føroyum.


Dreymagentan Agnas

Fyrsta stigið til verkætlanina byrjaði fyri einum góðum ári síðani, tá Gvøðny Miriam Gunnarsson fór undir eina verkætlan um sagnir, ið hon endurskapaði við myndum.

- Eg var farin undir fyrstu fyrireikingarnar til at gera eina myndarøð, har evni var føroyskar sagnir. Tá var eg noydd til at respektera sagnirnar og kundi ikki gera nakað, sum veik frá teimum søgunum. fortelur Gvøðny Miriam Gunnarsson, sum saman við manninum, Janusi Gunnarsson hevur Miriam&Janus Photography.

- Men eg merkti, at eg vildi sleppa at gera okkurt annarleiðis. Av tí at míni hugskot ikki rættiliga vóru í tráð við upprunaligu sagnirnar, valdi eg at skapa mína egnu dreymagentu – ein máttmikil og sensuell kvinna, ið er errin av at vera tann, hon er, greiðir Gvøðny Miriam Gunnarsson frá.

Dreymagentan Agnas er tó ikki bara sprottin úr hugflognum hjá Gvøðny.

- Hesin dreymafigururin er bygdur rundan um ommu mína, Agnas Steensen, ein megnar kvinna. So frá henni havi eg eisini fingið íblástur til Agnes – Queen of Faroe Islands, sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson.

Fyri hana er tað umráðandi, at kvinnan á myndunum og myndarøðin sum heild umboðar alt tað føroyska.

- Hóast hetta skal ímynda eina kvinnu úr eini fantasi-víkingatíð, so skal alt tað føroyska síggjast aftur, tí tað var jú eisini endamálið við myndarøðini og verkætlanini sum heild. Kvinnan er úti í føroysku náttúruni, ull og veðrahorn verður brúkt, og eisini eru teir føroysku litirnir, sum vit kenna frá náttúruni herheima, at síggja á myndunum, sigur Gvøðny Miriam Gunarson.


Armgarð er heimsklassi

At finna røttu gentuna, ið skuldi umboða føroysku drotningina Agnas, bleiv eitt drúgt arbeiði fyri ungu, málrættaðu myndakvinnuna úr Havn.

- Eg brúkti útvið tveir mánaðir at leita eftir gentuni, sum eg helt fór at rigga best sum Agnas í myndarøðini. Tá tað kom til stykkis, var eingin ivi um, at 17 ára gamla Armgarð Mortensen var best egnað til myndarøðina, fortelur Gvøðny Miriam Gunnarsson og leggur afturat:

- Hon er ein púra vanlig genta úr Havn, sum tó hevur einastandandi natúrligar gávur til at vera modell. Í míni verð er hon tann næsta Kate Moss. Hon hevur ein ótrúliga vilja, er ektað og dugir at broyta úttryk til júst tað, tú sum fotografur vil hava, sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson.

Eitt sum ger ungu modellina til nakað heilt serligt er, at hon er nattúrlig.

- Armgarð sær so rein og óspilt út. Vanliga brúkar hon lítið og einki av make-up, hárið er nattúrligt, og ja, hon er bara vøkur, sum hon er, fortelur Gvøðny Miriam Gunnarsson og sigur, at nógvar ungar gentur við dreyminum um eina modellkarrieru hava vent sær til sín, eftir at myndirnar við Armgarð hava verið at sæð á internetinum.

Eisini útlendingar hava bitið merki í føroysku modellina.

- Vit hava lagt onkrar av myndunum út á internetið, og líka síðani hava vit fingið nógvar fyrispurningar frá útlendskum fotografum, sniðgevum og enntá onkrum listamanni, ið ynskir at mála Armgarð. Hon er bara í heimsflokki, sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson.


Brúkar tær bestu

Aftan fyri vøkru myndirnar av Agnes – Queen of Faroe Islands liggja nógvir tímar av fyrireiking og longum arbeiðsdøgum. Tískil er Gvøðny Miriam Gunnarsson heldur ikki einsamøll um at gera síni hugskot til veruleika.

- Eg geri hetta í tøttum samstarvi við nakrar evnaríkar, føroyskar kvinnur, sum allar eins og eg brenna fyri at skapa og eisini vilja vísa, hvat vit í Føroyum duga, fortelur Gvøðny Miriam Gunnarsson. Í toyminum, sum arbeiðir við verkætlanini, eru Mariann Klein Ivansdóttir, Birita Black, Laila Carlsen og Durita Hansen.

- Vanliga er tað soleiðis, at eg havi eitt hugskot, sum eg greiði teimum frá. Tær koma síðani við uppskotum til eitt nú hár, sminku, klæðir og rekvisittir. Tað, sum tekur longst tíð, er tó at uppbyggja hugskotið sjálvt, sigur Gvøðny Miriam Gunnarsdóttir.

Myndatøkan gongur vanliga fyri seg tað mesta av einum degi.

- Armgarð situr í minst seks tímar í stólinum, har hárið verður sett, sminkan løgd, og hon verður latin í klæðir og møguligar rekvisittir. Aftan á hetta fer alt toymið og modellin til staðið, har myndatøkan fer fram. Ofta hevur hetta verið uppi á onkrum fjalli, so nakað av tíð fer sjálvandi til at koma á staðið.

Tá øll eru komin upp á pláss, myndatólið er instillað, og Armgarð er gjørd klár, er bert eftir, at Gvøðny trýstir á knappin á myndatólinum.

- Vanliga eigur hetta at taka einar tríggjar tímar, men Armgarð er so mikið dugnalig, at vit onkuntíð hava fingið røttu myndina áðrenn ein tími er farin.

At myndirnar eydnast og vekja stóran ans millum fólk, hevur Gvøðny Miriam Gunnarsson lagt merki til.

- Nógv fólk venda seg til okkum við fyrispurningum. Nú ein dagin ringdi leiðarin fyri Balmain, ið er merkið fyri eitt nú kostnaðarmikil klæðir og serliga góðar hárekstensions. Hann spurdi, um fyritøkan kann brúka eina av hesum myndunum í lýsingum, og tað eru vit í toyminum sjálvandi ótrúliga errin av, sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson.