Tá nýggi samanlagdi skúlin í Klaksvík skuldi fáa nýtt navn, avgjørdi Klaksvíkar kommuna at útskriva eina navnakapping, har borgarar kundi koma við teirra uppskoti til nýtt navn. Besta uppskotið skuldi síðani fáa eina gávu frá kommununi sum viðurkenning.
Tá tað kom til stykkis, so fekk skúlin navnið á Skúlatrøð, hóast navnið ikki var millum tey uppskot, ið vórðu send kommununi.
Avgjørt varð tó, at man skuldi virða avgerðina um at handa besta uppskotinum eina virðisløn, og so sostatt mátti besta uppskotið eisini veljast.
Á heimasíðu síni skrivar Klaksvíkar kommuna, at valið fall á Skúlin á Eiðinum. Tríggir luttakarar í navnakappingini høvdu skotið hetta navnið upp, so vinnarin varð funnin við lutakasti.
Lutakastið vann Agnas Absalonsen, sum í gjár fekk handað vinningin frá Jóhann Lützen, formanni í Trivnaðarnevndini.