Sunnudagin 25. juli verður konsert í Stóra Pakkhúsi í Vági. Tað er ein samanseting, ið ikki hevur verið frammi so ofta, ið fer á pall. Agnar Lamhauge kenna vit sum dugnaligan bassleikara í bólkinum Enekk og Stamen Stantchev hevur langt síðani sett sær varðar í føroyskum tónleiki. Men saman hava hesir úrmælingar ikki verið ofta at hoyra, men nú er møguleikin har. Klokkan 20 sunnukvøldið framføra teir í Vági og á skránni eru egin løg og egnar kompositiónir.









