Taparin varð nøgdari enn vinnarin, tá Tróndur Arge fekk orðið á Agnar Joensen hjá VÌF og Marius Joensen hjá StÍF, aftaná fyrru hálvfinaluna í steypakappingini, har StÍF á heimavølli í høllini á Skála vann 24-22.
Agnar Joensen var ærligur, og segði sum var: - Gott, at tað bara blivu tvey mál, tí nú er alt opið aftur. Vit kunnu gera tað nógv betri heima í Vestmanna, enn vit gjørdu tað í dag, staðfesti Agnar Joensen.
Marius Joensen segði, at talan var um blandaðar kenslur. Tað hevði sjálvandi týdning, at Sveinur Justinussen í evstu løtu bankaði bóltin í málið til 24-22, men Marius Joensen iðrar seg um, at StÍF ikki vann ein størri sigur á heimavølli.
Í samrøðuni við Trónd Arge vóru bæði Agnar Joensen og Marius Joensen ivaleysir í, at júst teirra lið fer at røkka steypafinaluni.
Tað ber til at hoyra 24-22 málið hjá Sveini Justinussen, og samrøðurnar við Agnar Joensen og Marius Joensen undir greinini.